Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Ferðslulógin)
(Lendisakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og
kunnger løgmaður hesa
løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð
nr. 14. frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg
nr. 49 frá
11. mai 2009, verða gjørdar hesar
broytingar:
1)
Í § 2, III, verður aftan á C sum nýtt punkt sett:
„D. Lendisakfar (ATV):
Motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri
við eini
eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri
enn 15 kW. Akfarið skal vera útgjørt við last ella
viðførisberara.“
2)
Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað
soleiðis:
„Skráseting av motordrivnum akførum v.m.“
3)
Í § 11, stk. 1, verður „Motorakfar og dragi
(traktor)“ broytt til: „Motorakfar, traktorur og
lendisakfar“.
4)
Aftaná § 11 verður sett:
„Serligar reglur fyri koyring við lendisakfari
§ 11 a. Lendisakfar kann bert koyra á ella tvørtur
um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella
frá ella millum arbeiðsøki, og skal flutningurin tá
fara fram á stytst møguligum strekki.“
5)
Yvirskriftin yvir § 18 a verður orðað soleiðis:
„Koyrikort
til traktor, motoramboð, lendisakfar
og lítla motorsúkklu“
6)
Í §18 a, stk. 4 verður aftaná „45 km/t“ sett: „og
lendisakfar“.
7)
Í § 30
b verður aftaná stk. 5 sum nýtt stk. sett:
„Stk. 6. Fyri lendisakfar og vognarað, samansett
av lendisakfari og skrásetingarskyldugum viðfestum
akfari, má ferðin uttan mun til § 30 a
ongantíð fara upp um 60 km/t.“
Stk. 6 og 7 verða eftir hetta stk. 7 og 8.
8)
Í § 42, stk 1 verður „bili ella á tríhjólaðari
motorsúkklu“ broytt til:
„bili, lendisakfari ella á
tríhjólaðari motorsúkklu“.
9)
Í § 42 c, stk. 1 verður „tvíhjólaðari motorsúkklu,
ella av motorsúkklu við
síðuvogni,“ broytt til:
„tvíhjólaðari motorsúkklu, motorsúkklu við síðuvogni
ella lendisakfari,“.
10) Í § 42 c, verður aftaná stk. 3 sum nýtt
stk. sett:
„Stk. 4. Skyldan at nýta fallhjálm er ikki
galdandi fyri lendisakfar, um tað er útgjørt við
trygdarbeltum og føraravernd.“
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
11)
Yvirskriftin yvir § 43 verður orðað soleiðis:
„Serreglur fyri motorsúkklur og lendisakfør“
12) Í § 43, stk 4, 1. pkt. verður „Á motorsúkklu og í
síðuvogni
hennara“ broytt til: „Á motorsúkklu og
í síðuvogni hennara og á lendisakfari“.
13) Í § 43, stk 5 verður aftaná „og í síðuvogni
hennara“
sett: „og á lendisakfari“.
14) Í § 58 a, stk. l, nr. 1 verður aftaná „§ 11, stk. 1,“
sett: „§ 11 a,“.
15) Í § 58 b, verður aftaná stk. 1
sum nýtt stk. sett:
„Stk. 2. Ikki-skrásetingarskyldugt lendisakfar skal
dragast inn, um eigarin tvær ferðir áður innan fyri
tey seinastu 3 árini hevur gjørt seg sekan í broti á
ferðslulógina við at koyra á ferðslulógarinnar øki
við ikki-skrásetingarskylduga lendisakfarinum.“
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
16) Í § 64 b, stk. 1 verður
sum nr. 6 sett:
„6) Lendisakfar: kr. 250“.
§ 2
1)
Í § 43, stk. 4, 2. pkt. verður „Á motorsúkklu og
síðuvogni hennara“ broytt til: „Á motorsúkklu
og
í síðuvogni hennara og á lendisakfari“.
2)
§ 58, stk. 1 verður orðað soleiðis:
„Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori,
motoramboði ella lendisakfari
og brot á § 15, stk.
1 ella 2 verður revsað við sekt, sbr. tó stk. 2.“
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2012.
Tórshavn, 30. apríl 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður